Mentan

Ársins Vísindavøka verður í Løkshøll

Vísindavøkan 2022 verður 23. september

Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Vísindavøkan 2022 verður í Løkshøll (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-04-01 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í heyst verður Vísindavøka aftur á skránni, og í ár verður hon hildin í Løkshøll í Runavík. Tað avgjørdu stovnarnir, sum skipa fyri, í vikuni.

Vísindavøkan 2022 verður hildin fríggjadagin 23. september frá morgni til seint seinnapart. Á skránni verða framløgur, tiltøk og framsýningar bæði inni og úti.

Umframt tiltøkini í Løkshøll verður Vísindavøkan eisini á ferð aftur við framløgum, hesuferð væntandi í Klaksvík, á Kambsdali, í Vestmanna, í Sørvági, í Havn, á Sandi og í Suðuroy, skrivar Granskingarráðið.

Tiltakið er alment og ókeypis, og meira verður at frætta um ársins evni og og tiltøk seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder