Mentan

Ársmøtið 2019: "At tæna í trúgv, vón og kærleika"

Leygardagin 6. apríl heldur Kirkjuliga Heimamissiónin ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík

2019-04-04 08:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 6. apríl heldur Kirkjuliga Heimamissiónin ársmøti í Leguhúsinum í Nesvík. Ársmøtið er árligi dagurin, tá ið rørslan kemur saman um stóra arbeiðið, sum fer fram í og út frá rørsluni.

Heimamissiónin er ein kirkjulig rørsla við víðfevnandi virksemi, bæði á landi, millum sjófólk og uttanlands. Heitið á ársmøtinum í ár er "At tæna í trúgv, vón og kærleika". Tænasta hevur altíð verið ein týðandi partur av kristnu trúnni, og er hetta framvegis eitt viðkomandi evni í 2019.

Ársmøtið byrjar longu fríggjakvøldið við einum felagsungdómsmøti. Jákup E. Petersen talar.

Leygarmorgunin verða tvey upplegg um møguleikar at tæna. Seinnapartin verða ársfrágreiðingar, har m.a. eitt dato fyri vígsluni av nýggja bygninginum verður avdúkað.

Um kvøldið er møti har Pól Johannesen talar og kvinnubólkur av Argjum syngur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder