Innanlands

Articon: 500 dagar uttan óhapp

Hátíðarhildu 500 dagar uttan óhapp á Sundsverkinum í síðstu viku

Mynd: Articon

Mynd: Articon

2018-09-05 19:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki langt síðani, at tað varð grillað á byggiplássinum á Sundi har nýggja Sundsverkið hjá SEV verður bygt. Hetta var í sambandi við, at tað hevði verið arbeitt í yvir 400 dagar uttan skaða við fráveru. 

Hósdagin í síðstu viku hevði Articon aftur hátíðarhald á plássinum, tí nú eru 500 dagar farnir uttan skaða við fráveru.

Dagurin var hátíðarhildin við kaku til øll starvsfólkini á plássinum.

- Slíkt kemur ikki av ongum, tí hetta krevur millum annað, at arbeiðið verður lagt væl til rættis umframt eina góða trygdarmentan í felagnum, skrivar Articon á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder