Innanlands

Articon og IRF í felags verkætlan um skiljing og endurnýtslu

Seinastu mánaðirnar hava Articon og IRF arbeitt við at leggja til rættis eina verkætlan, ið kann økja um skiljing og endurnýtslu av burturkasti í byggivinnuni

2019-06-17 09:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Seinastu mánaðirnar hava Articon og IRF arbeitt við at leggja til rættis eina verkætlan, ið kann økja um skiljing og endurnýtslu av burturkasti í byggivinnuni. Nú er verkætlanin komin í gongd.

Metstórar burturkastnøgdir

Tað gongur væl í Føroyum í løtuni. Fólkatalið veksur, og verulig gongd er á samfelagshjólunum. Skuggasíðan av hesum glansbílætinum er tó, at burturkastnøgdirnar eru vorðnar metstórar. Seinastu tvey árini eru nøgdirnar av burturkasti at brenna hækkaðar nærum 24%. Vanliga verður roknað við eini miðalhækking upp á 2,5% árliga.

Átak at økja um skiljing í byggivinnuni

IRF og Articon samstarva nú um eitt felags átak at økja um skiljing og endurnýtslu av burturkasti í byggivinnuni.

Articon hevur seinastu tíðina arbeitt við at varpa ljós á burturkast og endurnýtslu millum starvsfólkini. Fyritøkan vil í størri mun at skilja burturkastið á ein skilagóðan hátt við tí endamáli at endurnýta sum mest og at tálma óneyðugari nýtslu av tilfari.

Vegleiðing um skiljing til byggivinnuna

Í kjalarvørrinum á, at fleiri føroyskar byggifyritøkur hava spurt eftir meira kunning um skiljing, hevur IRF ment eina plakat við ymsu burturkastbólkunum í byggivinnuni.

Vegleiðingin er ein plakat, sum í høvuðsheitum er samansett av myndum. Allur teksturin á plakatini er á føroyskum, enskum, pólskum og rumenskum, soleiðis at øll starvsfólk í byggivinnuni kunnu skilja hana. Høvuðsendamálið við plakatini er at geva eitt skjótt og einfalt yvirlit yvir burturkastbólkarnar í byggivinnuni, og hvussu teir skulu skiljast, skrivar IRF á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder