Innanlands

Articon riggar til á Drelnesi

Eftir ætlan skal nýggi Hvalbiartunnilin vera liðugur í seinasta lagi á heysti 2021

(Mynd: Suðurrás)

(Mynd: Suðurrás)

2019-07-23 17:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú gongd kemur á arbeiðið at gera nýggja Hvalbiartunnilin verður eitt øki rigga til á Drelnesi, har skúrar eru settir upp hjá manningini at búgva í, skrivstovum og annað.

Tað skrivar Suðurrás.

Vestanfyri oljutangarnar hjá Effo er betongblandistøð sett upp, soleiðis at hesin parturin eisini er klárur, nú gongd kemur á Hvalbiartunnilin.

Tað er Articon sum skal gera nýggja Hvalbiartunnilin.

Longdin á tunlinum verður 2,5 kilometrar. Tunnilsmunnin hvalbiarmegin fer at liggja í 80 metra hædd samanborið við verandi tunnilsmunna, ið liggur á 150 metra hædd. Trongisvágsmegin liggur verandi tunnilsmunni á 230 metra hædd, meðan tann nýggi fer at leggja á 100 metrar uppi.

Samlaði kostnaðurin er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. 

Eftir ætlan skal nýggi Hvalbiartunnilin vera liðugur í seinasta lagi á heysti 2021.

Myndir síggjast á sudurras.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder