2019-05-03 12:09
Nánd hevur sett Ásu Davidsen í starvið sum deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík.
Miðstøðin veitir heima- og sjúkrarøkt til borgara í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, umframt endurvenjing til borgara 67 ár og eldri.
Ása Davidsen er ættað úr Nólsoy, hevur útbúgving og hollar starvsroyndir innan sjúkrarøktarfrøði og leiðslu, og hon byrjar í starvinum tann 1. juni, boðar Fuglafjarðar kommuna frá á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald