
Løgmansskrivstovan: Lívssøgan hjá Áslu var grundarlagið undir flaggdagsrøðuni, sum løgmaður helt í London fyrr í ár.
Søgan hjá Áslu er bæði serlig og hugtakandi. Hon møtti bretskum hermanni, Stanley Charles Scaggs (Stan), undir øðrum veraldarbardaga, og tey blivu beinanvegin væl. Stutt eftir mátti Stan fara av landinum, og tá kríggið endaði, var Stan merktur av stríðnum og hevði avbjóðingar við at minnast.
Í 1947 fór Ásla til Bretlands at búgva saman við systur síni. Men hon hevði ikki gloymt Stan.
Og tá tað eydnaðist henni at møta honum aftur, hendi nakað heilt serligt. Javnt og samt fekk Stan minnið aftur, tá hann sá Áslu, og kærleikin, ið byrjaði í Sumba í 1943, varð kveiktur aftur.
Tey bæði giftust í 1951 og búsettu seg í Southend-on-Sea, har Ásla enn býr í dag stutt frá yngru dóttrini Freyu.
Kortið frá løgmanni hevur nú fingið fremsta pláss, saman við kortinum frá Charles kongi og Camillu drotning, millum tær mongu heilsanirnar og blómurnar, sum Ásla hevur fingið á stóra degnum.
Flaggdagsrøðan hjá løgmanni í London fyrr í ár kann lesast her.
Ásla Scaggs, fødd KJærbæk og Aksel V. Johannesen, løgmaður á hátíðarhaldi í National Liberty Club í London í apríl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald