Akademikarafelagið hevur nú sett nýggjan aðalskrivara. Hesum boðar felagið frá í dag.
Talan er um Astu Fróðadóttir Joensen. Hon tekur við starvinum eftir Ingibjørg Berg, sum fer í annað starv.
Asta Fróðadóttir Joensen er fødd í 1987 og útbúgvin samfelagsfrøðingur. Hartil hevur hon tikið MA í løgfrøði. Seinastu árini hevur hon starvast á HR deild, har sáttmálaøkið hevur verið ein týðandi partur av starvinum, skrivar akf.fo.
Harumframt hevur Asta royndir sum politiskur ráðgevi og sum skrivari og samskipari.
Hon tekur við starvinum sum aðalskrivari tann 1. oktobur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald