Uttanlands

AstraZeneca fer at søkja um góðkenning til koronukoppingarevni í USA

Úrslitini av amerikonsku royndunum við koronukoppingarevninum hjá heilivágsfyritøkuni eru júst almannakunngjørd, og varð staðfest, at tað gevur eina verju á 74 prosent móti sjúku

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-01 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilivágsfyritøkan AstraZeneca fer væntandi at søkja um góðkenning í USA til teirra koronakoppingarevni seinni í ár.

Pascar Soriot, fyrisitingarstjóri, sigur seg vóna, at koppingarevnið framvegis kann spæla ein leiklut í USA, hóast tilgongdin hevur verið longri enn væntað.

Boðini um, at fyritøkan ætlar at søkja um góðkenning kemur, samstundis sum fyritøkan almannakunnger úrslitini av klinisku royndum teirra í USA.

Royndirnar vísa, at koronukoppingarevnið hjá AstraZeneca gevur 74 prosent verju móti sjúku. Fyri persónar yvir 65 ár er verjan 83,5 prosent.

Í amerikonsku royndunum luttóku 26.000 persónar í USA, Kili og Peru. 

Persónarnir fingu tvær koppsetingarskamtar – harav nøkur, sum fingu plasebokoppseting – við uml. fýra vikur ímillum.

Sambært úrslitunum, sum eru almannakunngjørd í tíðarritinum New England Journal of Medicine, var eingin, ið gjørdist álvarsliga ella lívshættisliga sjúkur av teimum uml. 17.600, ið fingu koppsetingina. Millum tey 8.500, ið fingu flasebo, vóru átta tilburðir av álvarsamari ella lívshættisligari sjúku, og tvey andlát. Millum tey, ið fingu koppsetingina, vóru eingi andlát, skrivar Ritzau.

Í amerikonsku kanningunum eru eingir tilburðir av sjáldsomum blóðtøppum, sum fyrr hava verið settir í sambandi við koppsetingina frá AstraZeneca, og sum m.a. var orsøkin til, at hon fyrr í ár varð tikin úr koppsetingarætlanini í m.a. Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder