Í gjár, hósdagin 26. januar, var prógvhandan á Heilsuskúla Føroya í Porkeri.
Heimasíðan sudurras.fo skrivar, at 18 næmingar fingu prógv sum heilsurøktarar á Heilsuskúlanum.
Talan var um seytjan kvinnur og eitt mannfólk. 13 av næmingunum koma "norðanífrá" - also ikki úr Suðuroynni.
Á myndini eru tey:
Aftara rað frá vinstru: Olga Dys Hansen (Streymnes), Elisa Augustinussen (Vágur), Irdi Elisa Andreasen (Hósvík), Sonja Simonsen (Fuglafjørður), Sissal Poulsen (Vágur), Sissal S. á Bøgarði (Kaldbak), Beinta Müller (Vestmanna), Maibritt P. Á Regni (Toftir), Andrea Jakoba Jensen (Hvalba) og Erika Joensen (Strendur).
Fremra rað frá vinstru: Drós T. Ryggshamar (Kollafjørður), Lív Farstad (Fámjin), Jákubina Thomassen (Nes), Gudmund T. Niclasen (Miðvágur), Eyerusalem (Jeru) Y. Lemita (Norðragøta), Hallgerð F. Jacobsen, (Kvívík), Elin Johannesen (Sørvágur), og Jórun M. Kristensen (Tvøroyri).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald