Innanlands

Atkvøða um misálitið í kvøld

Orðaskiftið av fíggjarlógini verður fyrst avgreitt, og síðani fer tingið at viðgerða misálitið móti Rigmor Dam

Rigmor Dam (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Rigmor Dam (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-12-19 19:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir fýra Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim, sum eru formenn í tingflokkunum í andstøðuni hava í kvøld lagt uppskot um misálitisváttan móti Rigmor Dam fram. Orsøkin er byggigølan Glasir.

Tá misálit verður lagt fram verður skráin fyri løgtingsfundin broytt alt fyri eitt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi. 

Tað merkir at løgtingið nú ger orðaskifti av fíggjarlógini liðugt, og síðani verður farið í holt við viðgerðina av misálitinum. Aftaná verður farið beinleiðis til endaligu atkvøðugreiðsluna um misálitið.

Fyri at misálit skal verða samtykt, skal meira enn helvtin av teimum 33 limunum í løgtinginum atkvøða fyri.

Fylg orðaskiftinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder