Innanlands

Atkvøðuslúkurin sleppur helst at stilla upp fyri Tjóðveldi

Men hóast tað, sleppur Sonja Jógvansdóttir ikki at vera partur av tingbólkinum hetta valskeiðið

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-06 06:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umboð fyri tingbólkin hjá Tjóðveldi avgjørdi seinnapartin í gjár, at Sonja Jógvansdóttir ikki sleppur at vera partur.

- Niðurstøðan er, at skal man vera limur av tingbólkinum hjá Tjóðveldi, skal man stilla upp fyri flokkin, segði Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna, við Dag & viku í gjárkvøldið.

Sonja Jógvansdóttir fekk meira enn 1.000 atkvøður fyri Javnaðarflokkin til seinasta val, og tí kann tað vera freistandi at taka hana inn, nú vit nærkast einum vali. Men Tjóðveldi velur at halda fast við prinsippið, at ein skal vera uppstillaður og valdur inn fyri flokkin, fyri at kunna vera ein partur av tingbólkinum, sigur Annita á Fríðriksmørk. 

Hinvegin er nógv sum bendir á, at Sonja Jógvansdóttir sleppur at stilla upp fyri Tjóðveldi til komandi løgtingsval, sum skal vera í seinasta lagi september í ár.

- Tað er so ikki nakað sum tingbólkurin avgerð, tað er nakað sum lokalfelagið, sum hon er limur í avgerð, og tað er tað nógv sum týður uppá, segði Annita á Fríðriksmørk við Dag & viku.

Sonja Jógvansdóttir gjørdist limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag síðsta heyst. Tað verður tí tað lokalfelagið, sum skal avgera, um atkvøðuslúkurin sleppur at stilla upp fyri flokkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder