Innanlands

Ætla at metta fleiri enn nakrantíð áður

Pizza 67 heldur 20 ára føðingardag í morgin og selur pitsur fyri 20 krónur

2018-09-17 16:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Pizza 67 hevur mettað føroyingar í 20 ár, og í sambandi við føðingardagin týsdagin 18. september ætlar Pizza 67 hendan dagin at metta fleiri føroyingar við pizza enn nakrantíð áður. 

Alt er klárt, og matskráin er skorðin niður til tríggjar ymiskar pizzur: Pepperoni, Hawai og Bolognese allar í 12” stødd, hetta fyri at tryggja so skjóta framleiðslu sum til ber. 

Latið verður upp kl. 12, og hvør pizza verður seld fyri 20 krónur. Ætlanin er at selja heilt til deiggið er uppi. 

Pizza 67 hevur seinastu 20 árini verið ein nógv vitja familjumatstova, tí verður eisini okkurt til børnini hendan dagin, har vera ballónir og ein lítil gáva til øll børn, sum vitja. 

Sjálv matstovan hevur ikki opið fyri servering hendan dagin, bílleggingar verða ikki tiknar um telefonina og koyrt verður ikki út. 

Fyri at metta so nógv fólk sum til ber, kann man bert keypa eina pizza í part.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder