Innanlands

Atlantic Airways: Flúgvingin til Íslands verður fyribils steðgað

Orsakað av kravinum um, at ferðafólk skulu í sóttarhald í í minsta lagi fimm dagar, er grundarlagið fyri ferðavinnu og harvið eisini flúgvingini millum Føroyar og Íslands burtur, sigur flogfelagið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-18 17:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at íslendsku myndugleikarnir hava ásett krav um, at øll ferðafólk skulu í sóttarhald í minsta lagi fimm dagar frá 19. august 2020, er grundarlagið fyri ferðavinnu og harvið eisini flúgvingini millum Føroyar og Íslands burtur. Tí hevur Atlantic Airways gjørt av at steðga allari flúgving millum grannalondini, so leingi, kravið um sóttarhald stendur við, skrivar flogfelagið í tíðindaskrivi.

Flogið verður tó til Íslands komandi fríggjadag, 21. august, so ferðafólk, sum ferðast í Føroyum ella í Íslandi, kunnu koma uppá pláss aftur, men eftir hetta verður øll onnur flúgving til Íslands í august mánað avlýst.

Les eisini: Kannast tvær ferðir og sleppa ikki út millum fólk fyrstu dagarnar

Støða verður tikin so hvørt, um talan verður um fleiri avlýsingar, og hetta verður kunngjørt á atlantic.fo. Ferðandi, sum hava keypt ferðaseðil til Íslands, fáa beinleiðis boð, verður teirra fráferð avlýst, skrivar Atlantsflog.

Serskipanirnar longdar

Flogfelagið boðar eisini frá, at serskipanirnar hjá Atlantic Airways, sum fevna um broyting av ferðaseðlum og tilgóðarseðlar uppá fullu ferðaseðlaupphæddina, eru longdar. Tær eru nú galdandi til 31. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder