Atlantic Airways og Air France hava gjørt eina codeshare-avtalu. Tað varð kunngjørt á tiltaki í París í gjár fyri miðlum og ferðaskrivstovum.
Nýggja farleiðin hjá Atlantic Airways til Paris knýtir Føroyar til næststørsta knútapunktið í Evropa, Charles de Gaulle floghavnina. Atlantic Airways flýgur harvið beinleiðis til størsta miðdepilin hjá Air France, og harvið fer nýggja avtalan at lata upp fyri nógvum nýggjum ferðamøguleikum til og úr Føroyum.
Atlantic Airways hevur longu eina codeshare-avtalu KLM, ið er systurfelag hjá Air France. Tilsamans flúgva AirFrance og KLM til 314 ferðamál í 116 londum.
Fleiri av høvuðsrutunum hjá Atlantic Airways fara, umframt egin og KL-flognummur, nú eisini at bera AF-flognummur, og sostatt kunnu ferðafólk úr øllum heiminum ferðast allan vegin til Føroya við Air France. Avtalan inniber eisini, at Føroyar verða settar á sølulistan hjá AirFrance um allan heimin.
Føroyar nærri umheiminum
- Hjá Atlantic Airways arbeiða vit hvønn dag fyri at knýta Føroyar nærri umheiminum, og nýggja codeshare-avtalan við Air France saman við nýggju farleiðini til Charles de Gaulle er enn eitt stórt stig á hesi leið, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
- Norðurevropa er ein sera týdningarmikil marknaður fyri Air France og KLM. Vit leita altíð eftir nýggjum møguleikum fyri at styrkja okkara støðu á hesum marknaðunum. Í januar víðkaðu vit codeshare-avtaluna millum KLM og Atlantic Airways, og vit eru sera fegin um, at vit nú kunnu leggja Air France afturat, sigur Gauthier Le Masne de Chermont, sølustjóri hjá Air France og KLM í Norðurevropa.
Tað fer at bera til at ferðast við codeshare-ferðaseðlum frá 1. juli, og sølan fer í gongd 6. juni.
Atlantic Airways flýgur beinleiðis til París mána-, miku- og fríggjadagar frá 1. juli til 30. september, og eftir tað hvønn mánadag og fríggjadag allan veturin.
Um AirFrance/KLM
Air France-KLM er fremsti veitari, tá ið tað kemur til altjóða ferðslu og fráferðir frá Evropa. Tey bjóða kundum sínum atgongd til eitt netverk, sum fevnir um 314 ferðamál í 116 londum takkað verið Air France, KLM Royal Dutch Airlines og Transavia. Flotin telur 548 flogfør, og við 101,4 milliónum ferðafólkum í 2018 hevur Air France-KLM virkað við upp til 2.300 flogførum um dagin fyrst og fremst frá teirra miðdeplum í Charles de Gaulle í Paris og Schipol í Amsterdam.
Les eisini: Fyrsta loyvið til New York fingið til høldar
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hevði í gjár framløgu á tiltaki í Paris fyri meira enn 70 miðlum og ferðaskrivstovum um nýggju beinleiðis farleiðina til Føroyar og um nýggja codeshare samstarvið við Air France
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald