Atlantic Airways og Icelandair hava undirskrivað eitt sokallað LOI (Letter of Intent) um, at feløgini bæði ætla at styrkja samstarvið sínámillum við at skriva undir eina Code-Share avtalu.
Atlantic Airways og Icelandair hava í fleiri áratíggju samstarvað við m.a. Interline-avtalum, sum innibera, at tað er gjørligt at selja pláss á flogførunum hjá hvørjum øðrum. Icelandair (fyrr: Flugfelag Islands) hevur fyrr flogið ímillum Føroyar og Ísland, og tá tey góvust, fór Atlantic Airways undir rutuflúgving til Íslands.
Nú fara bæði Atlantic Airways og Icelandair fara at flúgva upp á Føroyar, og har ætlanin er at gera eina Code-Share avtalu, sum hevur við sær enn betri møguleikar at selja setur hjá hvørjum øðrum. Icelandair fer at brúka teirra Q400 flogfør, sum taka 76 ferðafólk, til rutuna.
- Visjónin hjá Atlantic Airways er at knýta Føroyar nærri umheiminum. Í hesum sambandi er td. USA ein umráðandi marknaður fyri ferðafólk til Føroyar. Vit hava tí leingi arbeitt við at fáa eina Code-Share avtalu við Icelandair í lag soleiðis, at tað verður upp aftur lættari hjá amerikanarum at ferðast til Føroyar umvegis Ísland. Nú vóna vit, at avtalan kemur uppá pláss og verður til gagns fyri báðar partar, og vit eru sera spent at síggja úrslitið av henni, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.
Tað var fyrr í dag, at Icelandair kunngjørdi, at flogfelagið fór undir regluliga flúgving millum Keflavík og Vágar frá 1. mai 2024. Í fyrsta umfari verður flogið fimm ferðir um vikuna, men frá 1. juni verður farið upp á seks ferðir um vikuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald