Innanlands

Atlantic Airways undirskrivað sáttmála um keyp av tveimum nýggjum flogførum

Atlantic Airways hevur undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum

Frá vinstru: Christopher Buckley, Executive Vice President Europe, Africa & Pacific, Airbus, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways og Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways avmyndað í París í sambandi við, at Atlantic Airways í dag undirskrivaði sáttmála við Airbus

Frá vinstru: Christopher Buckley, Executive Vice President Europe, Africa & Pacific, Airbus, Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways og Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways avmyndað í París í sambandi við, at Atlantic Airways í dag undirskrivaði sáttmála við Airbus

2019-06-18 14:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag hevur føroyska flogfelagið Atlantic Airways undirskrivað sáttmála við evropeisku flogverksmiðjuna Airbus um keyp av tveimum nýggjum Airbus A320neo flogførum. Hetta fór fram á Le Bourget Air Show í París seinnapartin. Sambært sáttmálanum við Airbus, verður keypsprísurin ikki almanna-
kunngjørdur.

Fyrra flogfarið skal vera liðugt seint í 2023, og seinna flogfarið verður latið flogfelagnum fyrra hálvár í 2024. Samanborið við vanligu Airbus-flogførini eru neo-flogførini meira umhvørvisvinarlig. Tey brenna upp til 20% minni, og eisini er óljóðið frá flogførunum 50% minni. Neo-flogførini hava somuleiðis pláss fyri
fleiri ferðafólkum samanborið við minstu flogførini í flotanum, sum eru av slagnum Airbus A319, sum nú eru vorðin ov lítil til vøksturin í ferðafólkatalinum.

- Atlantic Airways arbeiðir støðugt við at knýta Føroyar nærri umheiminum við feiri fráferðum, nýggjum farleiðum, samstørvum við onnur flogfeløgum áhaldandi altjóða marknaðarføring av Føroyum sum ferðamáli. Okkara mál er eisini at hava ein nýmótans flota við nýggjastu tøknini, og tí mugu vit eisini brynja okkum til framtíðina við at gera íløgur í nýggj flogfør fyri áhaldandi at vera kappingarfør, bæði tá ið tað kemur til ferðaseðlakostnað, men ikki minst eisini umhvørvisliga, sigur Niels Mortensen, nevndarformaður, sum var við til at undirskriva sáttmálan í París seinnapartin.

- Hesi bæði nýggju flogførini eru við til at framtíðartryggja Atlantic Airways. Nýggju flogførini eru tey mest orkusparandi av sínum slagi, og tey geva størri fleksibilitet, bæði tí tey kunnu flúgva longri teinar, og tí tey taka fleiri ferðafólk, sigur nevndar-
formaðurin.

Um ein mánað kemur fyrsta neo-flogfarið í flotan, sum verður langtiðarleigað frá amerikanska felagnum Air Lease.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder