Innanlands

Atlantsflog avlýsir

Ringa veðrið tarnar flogferðsluni á ársins fyrsta degi

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-01-01 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ringa veðrið gongur út yvir flúgvingina í dag.

Atlantsflog hevur avlýst ferðina, sum skuldi koma í Vágar úr Keypmannahavn um hálvgun sekstíðina í kvøld. Tey ferðandi hava fingið at vita, at veðrið er orsøkin, og at tey ístaðin sleppa heim í morgin.

Dagføring:

Nú er seinna flogfarið úr Keypmannahavn í kvøld eisini avlýst og somuleiðis fráferðin kl. 18.25 til Keypmannahavnar.

Flogfarið til Billund beint eftir klokkan fýra seinnapartin slapp avstað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder