Innanlands

Atlantsflog: Týsdagin steðgar flúgvingin

Komandi dagarnar fer Atlantsflog at flyta føroyingar uttanlands heim, og síðani verður flúgvingin skerd munandi, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-03-14 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næstu dagarnar fer Atlantsflog at savna seg um at fáa føroyingar, sum eru staddir uttanlands, heim aftur, og týsdagin steðgar so at siga øll flúgvingin hjá felagnum.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri, við Kringvarpið.

– Vit flúgva í dag, í morgin og mánadagin fyri at fáa fólk heim, og síðani skerja vit flúgvingina munandi og koma bara at flúgva til Keypmannahavnar við serligum atliti, so pláss verður sett av til neyðugan heilsuflutning og starvsfólk, ið starvast uttanlands, sigur hon.

Næstu dagarnar kemur Atlantsflog at flúgva til eitt nú Reykjavík, Bergen og Edinburgh fyri at fáa føroyingar heim, men tað verður seinasta flúgvingin til hesi støð fram til 13. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder