Innanlands

Atli Fróði Johansen nýggjur skúlastjóri í Eysturkommunu

Byrjar í starvinum 1. mars 2019

2019-02-12 15:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sett Atla Fróða Johansen í starvið sum skúlastjóra í Skúlanum í Eysturkommunu frá 1. mars 2019 at rokna.

Atla Fróði Johansen er 40 ára gamal og tók læraraprógv í 2003. Hann hevur drúgvar undirvísingarligar royndir, leiðsluroyndir sum varaskúlastjóri í Skúlanum í Eysturkommunu síðani august 2018 umframt ávísar leiðsluroyndir frá Tofta skúla.

Upplýsast kann eisini, at Atli Fróði Johansen millum annað hevur sitið í skúlastýrinum sum starvsfólkaumboð í fleiri ár og hevur verið limur í Barnaverndini í Skálafjarðasamstarvinum síðani 2013.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder