Komandi ár eigur Danmark formansskapin í norðurlendska stjórnarsamstarvinum, Ráðharraráðnum. Aftur hesaferð eru danska stjórnin og Føroya Landsstýri felags um formansskapin.
Skráin fyri komandi formansár varð løgd fram fyri Norðurlandaráðið á ársfundinum í gjár.
Eitt av málunum er at samansjóða øll átta norðurlondini. Tað at tosa um átta norðurlond er nýtt, tí fyrr hevur verið tosað um fimm lond umframt trý sjálvstýrandi økir. Men Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Mette Frederiksen, statsministari, vístu undir framløguni á, at stundin nú er komin, at norrøna samstarvið umboðar átta lond.
Til hetta krevst, at grundarlagið undir norrøna samstarvinum, Helsingforssáttmálin, verður broyttur. Hetta arbeiðið er farið ígongd.
Um formansskránna verður millum annað sagt:
- Vit eru sterk lond, sameind av eini frálíkari samfelagsskipan, sum er eyðkend av stórum áliti, langari felagssøgu og djúpum samstarvi. Henda felagsskapin tørvar okkum nú. Tí er yvirskriftin fyri formansskapin í Norðurlendska ráðharraráðnum í 2026: Norðurlond – sameind í skiftandi tíðum.
- Vit vilja brúka formansskapin til at samansjóða øll átta Norðurlond enn meira og seta kós móti visjónini hjá stjórnarleiðarunum: at Norðurlond skulu vera heimsins mest integreraða og burðardygga landaøki í 2030. Tað fara vit at gera við at arbeiða við ítøkiligum politiskum økjum og við at leggja serligan dent á at styrkja fólksliga norðurlendska samstarvið í sivilsamfelagnum. Norðurlond eru fyrst og fremst fólkið, sum her býr.
Ritlingurin við føroysk/donsku formansskránni kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald