2025-12-15 09:57
Átta mál eru á skránni í Løgtinginum í dag.
Trý mál skulu til fyrsut viðgerð, og fimm mál skulu til aðru viðgerð. Eisini er framløga á skránni.
Millum málini, sum skulu til fyrstu viðgerð í dag, er m.a. uppskotið til fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum, og uppskotið um at hækka pensjónsaldurin.
Dagsins tingfundur byrjar klokkan 10. Skráin fyri fundin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald