Innanlands

Átta mans í rættin fyri brot á Ramsarkunngerðina - nokta seg sekar

Teir vórðu tiknir fyri at sigla við vatnskutara undir Nólsoynni í juli 2018, og eru skuldsettir fyri brot á Ramsarkunngerðina. Hetta er fyrsta málið av hesum slagnum.

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-01-13 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku skulu átta mans fyri rættin fyri brot á Ramsarkunngerðina.

Tað var um kvøldið 20. juli í 2018, at teir átta menninir vórðu tiknir fyri at sigla við vatnskutara undir Nólsoynni, og vórðu teir skuldsettir fyri brot á Ramsarkunngerðina.

Í kunngerðini frá november 2017, stendur m.a.:

- Í tíðarskeiðinum 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykinesi og Mykineshólm.

Tey, sum bróta hana, verða revsað við sekt, men hetta er fyrsta málið um brot á Ramsarkunngerðina, og tí er ógreitt, hvussu stór sektin verður.

Sambært Kringvarpinum, nokta teir átta menninir seg sekar.

Ramsarkunngerðin byggir á lógina fyri verju av havumhvørvinum, og er hon gjørd fyri at verja fuglin í ramsaroyggjunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder