Átta umsóknir til miðlastuðul vóru í ár í mun til níggju í fjør. Ein miðil leyk ikki treytirnar at fáa stuðul útgoldnan í fjør, og sostatt er talið á stuðulsmóttakrum tað sama sum í fjør.
Teir átta miðlarnir, ið lúka treytirnar at fáa stuðul, fáa úr 48.220 upp í knappar 770.000 krónur.
Tvær milliónir eru settar av á fíggjarlógini fyri 2018 til miðlastuðul og býtið millum er soleiðis:
Sosialurin kr. 768.462,00
Dimmalætting kr. 230.499,00
FM1 kr. 199.263,00
Norðlýsið kr. 195.625,00
R7 Kringvarp kr. 195.025,60
Portal.fo kr. 190.338,00
VP.fo kr. 172.565,41
JN.fo kr. 48.220,00
Býtið var eitt sindur øðrvísi í í fjør 2017:
Sosialurin kr. 824.365,00
Dimmalætting kr. 294.902,00
Norðlýsið kr. 193.854,00
Portal.fo kr. 192.898,00
Rás 2 kr. 186.168,00
VP.fo kr. 152.514,00
R7 Kringvarp kr. 136.138,00
JN.fo kr. 19.160,00
Miðlastuðulsnevndin skrivar í tíðindaskrivi, at samlaðu lønarútreiðslurnar eru øktar eitt lítið vet í mun til í fjør. Úr 18 milliónum krónum og upp í 18,6 milliónir krónur.
- Av tí at hetta er aðru ferð, at nevndin býtir út miðlastuðul, er enn ov tíðliga at gera av, um stuðulin er við til at røkka endamálinum viðvíkjandi innihaldi í miðlunum og politiska ynskinum um, at miðlastuðulin skal økja um útboðið av miðlum og margfeldi teirra, sigur miðlastuðulsnevndin í tíðindaskrivi.
- Tó ber til at staðfesta, at somu miðlar, sum fingu stuðul í fjør, framvegis virka á føroyska miðlapallinum, og tískil kann hugsast, at miðlastuðulin er ein viðvirkandi orsøk til, at talið á miðlum ikki er minkað seinasta árið, sigur miðlastuðulsnevndin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald