2021-06-04 10:23
Átta nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, hósdagin. Samstundis vórðu fýra staðfest frísk aftur.
Sjey av teimum smittaðu eru partur av kendari smittuketu. Ikki er greitt, hvussu tann eini persónurin er blivin smittaður.
1275 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar.
Í løtuni eru 47 persónar staðfestir positivir við koronu, og 172 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald