Innanlands

Átta stilla upp fyri Miðflokkin í høvuðsstaðnum

Miðflokkurin hevur nú kunngjørt valevnislistan til býraáðsvalið í Tórshavnar kommunu

Á listanum hjá Miðflokkinum í høvuðsstaðnum er m.a. Jenis av Rana, floksformaður (Savnsmynd: Jens Kr. vang)

Á listanum hjá Miðflokkinum í høvuðsstaðnum er m.a. Jenis av Rana, floksformaður (Savnsmynd: Jens Kr. vang)

2024-10-17 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Átta valevni stilla upp fyri Miðflokkin á býraðsvalinum í Tórshavnar kommunu, millum teirra er formaðurin í flokkinum, Jenis av Rana, kunngjørdi flokkurin í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.

– Virðing og kærleiki til einstaka menniskjað má setast framum asfalt, betong, skrivstovuveldi og egin áhugamál. Veik, óhjálpin, heimleys, sjúk og fátøk verða raðfest og tryggjað, so ongin dettur niðurímillum. Hjartað verður sett fremst í samskiftinum við borgaran. Kommuna er fyri øll og má rúma øllum, stendur m.a. í valskránni hjá flokkinum.

Millum málini, sum Miðflokkurin sigur seg vilja arbeiða við, er ókeypis sálarfrøðihjálp til borgarar undir 15 ár, frítíðarkort til børn og ung, og sosialar íbúðir við leigugjaldi svarandi til inntøku.

Á listanum hjá Miðflokkinum í Tórshavnar kommunu, eru:

  • Anna Margretha Otthamar, toymisleiðari
  • Jens Knudsen, tónleikalærari
  • Jenis av Rana, lækni
  • Kári Arge Kamminga, arbeiðsmaður
  • Matilda Sivertsen, kosmetolog
  • Nikkel Heinesen, námsfrøðingur
  • Rani A. Skaalum, lærari
  • Vilhelm Hendrik í Skálanum, sølumaður

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder