Innanlands

Av brúnni í galluna

- Nú eg um stutta tíð fylli 71 ár, er gott “onga” ábyrgd at hava umborð longur

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-06-30 17:37 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Nú eg um stutta tíð fylli 71 ár, er gott “onga” ábyrgd at hava umborð longur.

Tað sigur Poul Menning Petersen, sum fyri tíðina siglir sum kokkurin á handilsskipinum Hav Nordic.

- Eg byrjaði sum skipari í reiðarínum Frakt & Sand í 2002 og havi siglt við fleiri av teirra skipum. Síðstu árini havi eg sigli sum avloysari og takið onkran túr av og á, sum stýrimaður ella sum kokkur og dekkari. Mær dámar væl at kokkast og tað gjørdu pápi og abbi eisini, so kanska er tað ein familjusjúka, sigur Pól Menning, brosandi.

Hann sigur, at sjálvandi hava øll meiri og minni ábyrgd, men hann bleiv stýrimaður í 1969 og skipari í 1990 og hevur sostatt havt ábyrgd í mong ár. Nú hann hevur verið á landsliðnum í nøkur ár er gott at ábyrgdin er minkað.

Manningin á Hav Nordic var blíð við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð herfyri.

Teir søgdu eisini, at teir av og á høvdu vitjanir av fólkið frá sjómanskirkjum í ymiskum havnum í Norðureuropa. 

Seks mans eru við skipinum og teir eru umborð í seks vikur og hava so frí í seks.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder