2023-03-29 17:11

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar í dag móti ávísum pínslufruktum, sum verða seldar í føroyskum handlum. Tær hava ov høgt innihald av cadmium.
Pínslufrukt er føroyska heitið fyri passjónsfrukt.
Dað er danska felagið Dagrofa ApS, ið afturkallar vøruna. Talan er um eina vøru frá EAT ME, har tríggjar pínslufruktir eru í hvørjum bakka.
Tað er staðfest, at innihaldið av cadmium í hesi vøru fer upp um markvirðið, ið ES hevur sett fyri slíka matvøru. Talan kann tí vera um heilsuvanda.
Vørurnar eiga at verða latnar aftur haðani tær eru keyptar ella beinast burtur, eru ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald