Innanlands

Ávara um bambusborðbúnað

Døgurðasett kann lata ov høgar mongdir av kemiska evninum melamin

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan

2019-06-14 16:17 Author image
Ari av Rana

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar móti bambusborðbúnað, sum letur ov høgar mongdir av kemiska evninum melamin frá sær.

HFS skrivar, at Oase Outdoors afturkallar Outwell Bambus døgurðasett (Iris Blue og Primrose Green), ið er selt í 2017 og 2018. Vandi er fyri at vøran letur frá sær ov høgar mongdir av kemiska evninum melamin.

Talan er um hesar vørurnar, sum eru seldar í 2017 og 2018:

Primrose Green 2 personer
Varenr. 650521
EAN-stregkodenr.: 5709388069382

Primrose Green 4 personer
Varenr. 650522
EAN-stregkodenr.: 5709388069405

Iris Blue 2 personer
Varenr.650519
EAN-stregkodenr.: 5709388069375

Iris Blue 4 personer
Varenr.: 650520
EAN-stregkodenr.: 5709388069399

Staksýni hava víst, at vandi er fyri at vørurnar lata frá sær ov høgar mongdir av kemiska evninum melamin.

Vørur, sum lata frá sær melamin í nøgdum, sum eru yvir loyvda markvirðinum, eru ikki egnaðar at koma í samband við mat.

HFS mælir til at lata vøruna inn aftur í handlinum, her vøran er keypt, ella at burturbeina vøruna.

placeholder
placeholder