Innanlands

Ávara um heslinøt í sildavøru

"Fiskemandsne Lakserøgede sild" kann verða vandamikil fyri summi

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-02-12 08:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan skrivar á heimasíðuni, at Tenax Sild A/S afturkallar eitt partí av "Fiskemandens Lakserøgede sild". Vandi er fyri at vøran kann innihalda pettir av allergeninum heslinøtur. 

Talan er um vøruna "Fiskemandens Lakserøgede sild". Nettovekt er 240 gr.,  og síðsti søludagur er 19/8-2019. EAN strikukotan er 5709345002810.

Vøran er seld í føroyskum handlum.

Sildirnar verða royktar í sama framleiðsluhøli sum royktar fiskavørur við heslinøtum verða framleiddar. Tað er ávístur ein vandi fyri at sildin inniheldur smáar nøgdir av stykkjum av heslinøtum. Hetta er ikki lýst í vørumerkingini.

Heslinøtir eru eitt allergen. Persónar við ovurviðkvæmi ella intoleransu fyri heslinøtum eru í vanda fyri at gerast sjúk av at eta vøruna. 

Persónar við ovurviðkvæmi ella intoleransu fyri heslinøtum eiga ikki at eta vøruna. Vøran kann beinast burtur, ella latast aftur í handilin, har hon er keypt, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder