2025-06-21 15:43

Thise Mejeri í Danmark afturkallar nú eitt slag av osti, sum er seldur í føroyskum handlum, tí vandi er fyri, at metalpetti kunnu vera í.
Metalpetti kunnu skaða tenn, munn, svølgrúm og soðningarleið, og tí heitir Heilsufrøðiliga starvsstovan á fólk, sum liggja inni við hesum ostinum, um at beina hann burtur ella lata hann innaftur, har hann er keyptur.
Talan er um Thise Ravost 200 g, sum er framleiddur 7. januar 2025 og er best fyri 6. juli og 14. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald