Innanlands

Ávara um metalpetti í viðskera til tvíflísar

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar um metalpetti í høsnarunga

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2019-03-27 12:39 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú høsnarungaviðskera til tvíflísar, tí at metalpetti er funnið í viðskeranum.

Tað er Delika A/S, sum afturkallar Rema 1000 sandwichskiver, kylling naturel.

Nettoinnihaldið er 125 g og er pakka tann 20.02.2019, 21.02.2019, 26.02.2019 og 27.02.2019. Síðsti nýtsludagarnir eru 20.03.2019, 21.03.2019, 26.02.2019 og 27.03.2019. EAN.strikukotan er 5705830605238.

Metalpettini kunnu føra til skaða á tenn, í munnin ella í svølgið.

Vøran er seld í føroyskum handlum og Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir til at fólk lata vøruna aftur har hon er keypt ella at burturbeina hana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder