2026-05-08 10:52
Í dag klokkan 14 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað.
Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan av umboðum frá Skills Føroyar.
Aftaná verður kaffi og søtt at fáa.
Eysturkommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald