Um eina viku, leygardagin, 15. juni, verður minnisvarðin fyri tey, sum eru farin á sjónum og av øðrum vanlukkum, avdúkaður.
Minnisvarðin, ið Edward Fuglø hevur gjørt, er reistur fyri tey, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Farið er heilt aftur til 1739 og fram til 1984 – í hesum tíðarskeiði eru 51 menn og ein kvinna farin í Svínoy.
Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 - 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við 6, 3, 2, 2, 5 og 6 monnum - tilsamans 24 menn. Tann síðsti, ið er nevndur á minnistalvuni, er farin í 1984.
Skipað verður fyri góðum sambandi hendan dagin, tí fyriskipararnir vænta hópin av fólki, og eisini er skrá við guðstænastu, áðrenn farið verður út til minnisvarðan “Dropi í lívsins havi”.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald