Marvel-filmurin "Avengers: Endgame" er nú vorðin best seljandi filmurin nakrantíð. Sostatt hevur superhetju-filmurin nú tikið plássið hjá filminum "Avatar" hjá James Cameron.
Hesum boðar Disney frá sambært tíðindastovuni AFP.
Fríggjadagin var "Avengers: Endgame" 500.000 dollarar aftanfyri "Avatar", men um vikuskiftið er Marvel-filmurin komin framum, og sostatt hevur hann yvirtikið plássið sum best seljandi filmurin nakrantíð.
Seinastu tíggju árini hevur "Avatar" sitið ovast á listanum. Filmurin kom út í 2009 og seldi fyri 2,787 mia. dollarar - gott 18,58 mia. krónur - um allan heimin.
Enn er tó ikki kunngjørt akkurát hvussu nógv "Avengers: Endgame" hevur yvirhálað filmin hjá James Cameron.
Hesi tíðindini koma, meðan Comic Con-ráðstevnan fyri teknisøgufjepparar verður hildin í San Diego í USA.
Á ráðstevnuni segði Kevin Feige, stjóri hjá Marvel Studios, at hann er bergtikin av James Cameron, sum hevur havt hetta metið leingi.
- Um tú tekur hædd fyri inflatión, so eigur hann enn metið, og hann fær tað sikkurt aftur, tá hann kemur við einum nýggjum filmi, segði Kevin Feige sambært Politiken.
"Avengers: Endgame" hevur leingi verið ávegis móti metinum. Longu hálvaaðru viku eftir frumsýningini 24. apríl var filmurin komin uppá eitt 5. pláss á listanum yvir best seljandi filmar.
Í endanum av juni mánaða varð filmurin aftur at síggja í biografunum, hesuferð við eykapørtum, sum vórðu vístir aftaná skíggjatekstin í endanum av filminum.
Filmurin, ið er tríggjar tímar langur, hevur fingið nógv rós frá bæði ummælarum og Marvel-fjepparum. Frá Portalinum fekk filmurin 4 av 5 P. Les ummælið her.
Filmurin var seinasti parturin í einari røð við 22 filmum, sum Marvel byrjaði at geva út í 2008. í røðini ber til at síggja vælumtóktu hetjurnar, Iron Man (spældur av Robert Downey Jr.), Hulk (Mark Ruffalo), og Thor (Chris Hemsworth).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald