Uttanlands

Avgerðin um útflýggjan verður ikki tikin í Grønlandi

Rættarfundur verður í Nuuk 15. august um fongslingin av Paul Watson skal leingjast ella ikki

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

(Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

2024-08-08 11:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ikki grønlendska løgreglan ella grønlendski rætturin, sum ger av, hvørt umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson skal útflýggjast til rættarsókn í Japan ella ikki.

Tað staðfestir grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi, ið varð sent út í gjár í sambandi við, at løgreglan hevur fingið fleiri fyrispurningar frá altjóða miðlum.

Paul Watson, stovnari av umhvørvisfelagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, varð 21. juli handtikin tá skipið John Paul de Joria kom í havn í Nuuk á veg til Kyrrahavið gjøgnum útnyðringsleiðina.

Paul Watson varð varðhaldsfongslaður, fyribils til 15. august. Grønlendska løgreglan staðfestir í tíðindaskrivinum, at komandi rættarfundurin í Nuuk 15. august einans fer at taka støðu til, um fongslingin av Paul Watson skal leingjast ella ikki.

Avgerðin um útflýggjanaráheitanina úr Japan, skal takast í danska løgmálaráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder