Innanlands

Avgjørt: Bygdin skal eita Skálafjørður

Staðarnavnanevndin er komin til ta niðurstøðu, at ynskið hjá fólki á staðnum hevur mest at siga

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-02 16:37 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Eftir drúgva viðgerð samdist nevndin um at leggja størstan dent á ynskið hjá bygdarfólkinum og tók ta støðu at tað almenna navnið á búsetingini innast á Skálafjørðinum skal vera Skálafjørður

Tað skrivar staðarnavnanevndin í niðurstøðuni hjá sær til málið um, hvørt Skálabotnur skuldi skifta navn til Skálafjørður, eins og greitt var at ein meiriluti ynskti á fólkaatkvøðu 12. mars. Portalurin hevur fingið innlit í niðurstøðuna. 

Staðarnavnanevndin skrivar grundgevingar fyri og ímóti, at lata bygdina skifta navn. Millum annað verður nevnt, at Skálabotnur er tað elsta skjalfesta navnið (1600) á staðnum og eftir øllum at døma hevur størri útbreiðslu millum fólk, sum ikki býr á staðnum. 

Men Skálabotnur er ikki nógv eldri enn Skálafjørður, tí tað kemur fyri í kirkjubók í 1687, verður eisini nevnt av nevndini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder