2023-02-14 12:02

Løgtingi ætlar at avgreiða málið um at veita neyðhjálp til krígsherjaða Ukraina og jarðskjálvtaraktu Turkaland og Sýria í dag.
Uppskotið frá landsstýrinum, sum varð lagt fyri løgtingið fyrrapartin ljóðar, at latast skulu 7 milliónir krónur til Ukraina og hálv millión til jarðskjálvtaoffrini í Turkalandi og Sýria.
Samtykt varð at víkja frá vanligum tíðarfreistum, og tað vil siga, at allar tríggjar viðgerðirnar umframt nevndarviðgerð verða avgreiddar í skundi í dag.
Fyrsta viðgerð av málinum byrjaði 11.45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald