Innanlands

Avhoyrdur og leyslatin aftur

Ein maður, sum varð skuldsettur fyri at hava hótt ein annan mann við knívi leygarnáttina, er nú leyslatin

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-27 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarnáttina varð ein maður skuldsettur fyri at hava hótt ein annan mann við knívi.

Maðurin varð tikin inn á politistøðina, so hann kundi sova rúsin av sær, og síðani varð hann avhoyrdur, og er hann nú leyslatin aftur. 

Hóast maðurin er leyslatin, er løgreglan enn ikki liðug at kanna málið. Løgreglan hevur avhoyrt onnur fólk í málinum, og fleiri eru eftir, sum eisini skulu avhoyrast.

Tað verður ikki fyrr enn løgreglan er liðug at kanna málið, at støða verður tikin til, hvussu farast skal fram í málinum.

Maðurin noktar sjálvur at hava hótt nakran og sigur, at hann bara ynskti at vísa hinum manninum knívin, men hin maðurin sigur framvegis, at hann varð hóttur

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder