2023-02-11 11:08

Seinasta náttin hevur sum heild verið rættiliga friðarlig.
Tó varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka í Suðurstreymi. Hetta hendi um trý-tíðina í nátt.
Viðkomandi hevði heldur einki koyrikort, so umframt rúsdrekkakoyring er hann eisini skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald