
Tey sum eru ávirkarar ella marknaðaføra vørur og tænastur á teirra profilum á sosialum miðlum, skulu frámerkja greitt, tá talan er um lýsingar.
Tað skrivar Brúkaraumboðið á heimasíðuni.
Lýsingar og marknaðarføring er øll kunning, sum kann vera við til at fremja søluna hjá einum vinnurekandi av einari vøru ella tænastu, og sum tú leggur út, tí at tú fært gjald fyri tað, ella fært aðrar fyrimunir við at gera tað.
Alt sum ein ávirkari fær fyrimunir av at varpa ljós á, skal frámerkjast.
Brúkaraumboðið ger eisini vart við, at øll skulu kunna skilja, at talan er um eina lýsing. Tað hevur við sr, at orðið “lýsing” týðiliga skal nýtast. Onnur orð sum "í samstarvi við", "kapping", "viðmæli fyri", "boðin" ella "[navn á fyritøku]" eru ikki nóg mikið.
Eisini skal vera greitt hvørjum tú lýsir fyri.
Krøvini galda fyri allar sosialar miðlar so sum bloggar, Facebook, Instagram, Twitter og Snapchat o.o.
Brúkaraumboðið hevur heimild at banna ólógliga marknaðarførslu. Brot kunnu revsast við bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald