placeholder
Innanlands

Avlýsa túrar hjá Teistanum í dag

Túrarnir verða avlýstir vegna tekniskum arbeiði

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-01-09 11:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Strandfaraskip Landsins avlýsir túrar hjá Teistanum í dag.

SSL skrivar á heimasíðuni, at vegna tekniskt arbeiðið umborð á Teistanum í dag, verður siglt úr Skopun klokkan 12:30 og siglt verður ikki aftur av Gomlurætt fyrrenn klokkan 15:50 í dag.

Hetta merkir, at túrarnir av Gomlurætt klokkan 13:15, úr Skopun klokkan 14, av Gomlurætt klokkan 14:30 og úr Hesti klokkan 14:50 ikki verða sigldir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder