2019-01-26 17:20
Hósdagin 7. februar verða nakrar avlýsingar á leið 60. Hesum boðar SSL frá á heimasíðu síni.
Orsøkin er, at trygdarvenjing verður umborð á Teistanum henda dagin, og sostatt verða nakrir túrar ikki sigldir á leiðini millum Skopun og Gomlurætt.
Teistin siglir úr Skopun klokkan 12.30 og siglir av gomlurætt aftur klokkan 15.50. Túrarnir av Gomlurætt klokkan 13.15 og úr Skopun klokkan 14 verða tí ikki sigldir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald