2023-05-31 22:41
Nú verður tað, sum hevur verið bíðað eftir leingi. At fáa greiði á, um Føroyar fara at halda fram við fiskvinnusamstarvinum við Russland ella ikki.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur í kvøld sent innbjóðing út til miðlarnar, har hann bjóðar til tíðindafund á Hotel Norð í morgin, hósdagin klokkan 10.15.
- Á fundinum verður kunnað um, at Føroyar fara at víðka um avmarkandi tiltøkini í sambandi við atgerðir ímóti Ukraina, verður sagt.
Forfólkini í samgonguflokkunum taka lut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald