
Ein 50 ár agomul avstralsk kvinna hevur fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava dripið trý fólk og fyri at hava roynt at dripið eitt fólk afturat við at geva teimum eitrandi soppar at eta.
Kvinnan kann harafturat ikki royndarleyslatast tey fyrstu 33 árini av dóminum, skrivar Ritzau.
Tað var í juli, at kvinnan varð funnin sek í trimum drápum og einari drápsroynd, og nú er revsingin ásett.
Hon bjóðaði í juli 2023 fýra familjulimir til døgurða, har hon hevði borðreitt við beef Wellington, grønum bønum og eplamorli. Eisini hevði hon koyrt soppar í matin, sum vóru neyvt vigaðir í køkinum fyri at tryggja, at gestirnir fingu eina deyðiliga nøgd, framgongur av ákæruritinum.
At byrja við hildu læknar, at talan var um vanliga mateitran, men tríggir av gestunum doyðu fáar dagar seinni.
Kvinnan hevur noktað seg seka í øllum ákærum og hevur greitt frá, at hon koyrdi soppar í matin fyri at gera smakkin meira áhugaverdan. Hon vildi vera við, at hon hevði brúkt ein pakka av soppum, sum hon hevði keypt, men hon ásannaði tó, at har møguliga vóru komnir nakrir villir soppar uppí, sum hon sjálv hevði heintað.
Verju hennara segði undir rættarmálinum, at kvinnan sjálv hevði etið av matinum uttan at gerast sjúk, men ákærin helt, at hon hevði syrgt fyri ikki at eta av soppunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald