Uttanlands

Avstralia: Nevnd skal kanna arbeiðið hjá løgregluni

Ein nevnd er nú sett at kanna, um løgreglan og aðrir myndugleikar gjørdu nóg mikið fyri at forða fyri álopinum á Bondi Beach fyrr í hesum mánaðinum

Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese (Mynd: EPA)

Avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese (Mynd: EPA)

2025-12-29 17:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein nevnd er nú sett at kanna arbeiðið hjá avstralsku løgregluni áðrenn og undir álopinum á Bondi Beach fyrr í hesum mánaðinum, har 16 fólk lótu lív.

Tað boðaði avstralski forsætisráðharrin, Anthony Albanese, frá á tíðindafundi fyrr í dag.

Les eisini: – Mítt mál var at forða honum í at drepa ósek menniskju

Dennis Richardson, sum fyrr var stjóri í avstralsku trygdartænastuni, stendur á odda fyri nevndini.

Nevndin skal gera eina frágreiðing, sum væntast at vera liðug í apríl, skrivar DR.

Kannast skal, um løgreglan og aðrir myndugleikar gjørdu nóg mikið fyri at forða fyri álopinum á Bondi Beach. Eisini skal kannast, um heimildirnar hjá myndugleikunum eru nøktandi, og hvat mann visti um álopsmenninar frammanundan.

Rættarskjøl hjá avstralsku løgregluni avdúkaðu herfyri, at álopið var fyrireikað í fleiri mánaðir.

Les eisini: Skotmenninir á Bondi Beach vóru væl fyrireikaðir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder