Uttanlands

Avstralia: Tíggjutúsundatals fólk biðin um at rýma undan eldi í dag

Væntað verður, at støðan í eystara partinum av Gippsland fer at versna í morgin orsakað av veðrinum. Økið er eitt væl umtókt ferðamál um hesa tíðina.

Gippsland, Victoria (Mynd: EPA)

Gippsland, Victoria (Mynd: EPA)

2019-12-29 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíggjutúsundatals fólk í eystara partinum av Gippsland í avstralska statinum Victoria eru biðin um at rýma úr økinum orsakað av skógareldunum, sum hava herjað í økinum í fleiri mánaðir.

Væntað verður, at støðan í økinum fer at versna í morgin, og er tað ikki gjørligt at veita stuðul og hjálp til fólk í økinum. Tí verða tey biðin um at rýma, og verður heitt á onnur um ikki at ferðast hartil.

Tað er samansetingin av 40 hitastigum, herviligum vindi og toruveðri, sum økir um vandan.

Eystari parturin av Gippsland er eitt væl umtókt ferðamál um hesa tíðina.

Sambært Jyllands-Posten standa fleiri enn 800 sløkkiliðsfólk klár umframt 70 tyrlur, men mann hevur ikki nóg nógvar sløkkiliðsbilar.

Men tað er ikki bert Gippsland, sum er í vanda. Eitt nú stúra fólk í Adelaide Hills í New South Wales eisini fyri, at ræðuleikarnir, sum tey upplivdu í farnu viku, fara at endurtaka seg. Tá lótu tvey fólk lív og vórðu fleiri enn 80 heim í økinum oyðiløgd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder