Innanlands

Avtala um ferju framvegis ikki undirskrivað

Bíða eftir endaligu góðkenningunum, sigur løgmaður

Mynd: Samferðslumálaráðið

Mynd: Samferðslumálaráðið

2018-10-24 13:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast løgtingið samtykti uppskotið frá Henriki Old, táverandi landsstýrismanni í Samferðslumálum, um eykaskip til Strandferðsluna, so er avtalan enn ikki undirskrivað við norsku skipasmiðjuna, sum skal byggja skipið.

Tað segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til munnligan spurning frá Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokkinum.

Løgmaður segði, at av tí, at peningurin varð játtaður, hevur Strandferðslan framvegis sama bygginummar á skipasmiðjuni, og er tí ferjan ikki løgd afturum í bíðirøðini. Bleiv peningurin ikki játtaður tá, hevði eyka skipið ikki verið gjørt enn á sinni.

Aksel V. Johannesen upplýsti í svarinum, at enn mangla endaligu góðkenningarnar frá Sjóvinnustýrinum, og tær koma upp á pláss innan stutta tíð.

Hetta undraði Bárð á Steig Nielsen, tí sambært honum varð sagt, tá málið varð viðgjørt, at alt var upp á pláss.

Ætlanin er at eykaskipið hjá Strandferðsluni skal vera liðugt miðskeiðis í 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder