Talan er um eitt havnarøki uttanfyri havnarskrivstovuna uppá 4.000 fermetrar, harav terminalurin verður um 1.000 fermetrar
Tórshavnar kommuna eigur verandi farstøð og trapputornið. Síðan nýggja Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv vaksnar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við.
Tórshavnar havn tørvar nýggjan terminal til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.
Partarnir eru samdir um, at ein góð loysn er at gera ein felags bygning, sum rúmar goymslu- og skrivstovuhølum til Smyril Line, og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.
Semja er nú um verkætlanina. Endaligi kostnaðurin verður fastlagdur, tá tilboðini upp á byggingina eru komin inn. Sáttmálin varð undirskrivaður á middegi.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald