Mentan

Bach í kertuljósi – á vári

Konsertin, sum plagar at vera undan jólun, men varð avlýst, verður ístaðin 3. mars

2022-02-07 15:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í aldargomlu Ólavskirkjuni í Kirkjubø, verður aftur í ár konsert við tónleiki eftir Johann Sebastian Bach. Hetta tiltakið byrjaði í 2018, og vanliga er tað fyrst í jólamánaðinum. Í fjør var upprunaliga konsertin, sum flestøll tiltøk, ávirkað av koronatilmælunum. Men fyrireikarnir hava avgjørt at fremja konsertina 3. mars ístaðin.

Skráin er úr orkesturverkum og soloverkum fyri violin, sello og gittara.

Tónleikararnir heiðra várinum og ljósinum við serstøkum úrvali av verðsligum tónleiki, ið gjøgnum allar øldir, hevur verið yndað av tónleikakønum, lurtarum – og ikki minst tónleikarunum.

Gamli Bach mann vera, um nakar, tónaskaldið, ið tónleikarar virða einamest. Sjálvur var Bach kendur sum ein framúrskarandi orgulleikari – mettur sum hin mætasti at improvisera.

Tónleikararnir spæla undir glæmuni frá kertuljósum, meðan kirkjan og søguliga umhvørvið, er prýtt við ljósmyndum, ið Carsten Macdonald Arnskov hevur gjørt.

Tey, ið framføra í ár, eru solistar úr úrmælinga- og tónleikabólkinum Aldubáruni: Ólavur Jakobsen, gittar/frásøgufólk, Jón Festirstein, Sámal Petersen, violin, Angelika Hansen, bratsj og Tóri Restorff Jacobsen, sello. Hugleiðingar: Meinhard Bjartalíð, prestur

Konsertin er hóskvøldið 3. mars og byrjar kl. 19.30. Tónleikararnir byrja longu kl. 18.45, meðan fólk kemur í kirkjuna, at spæla stillisligan tónleik úr oratorium og orkestursuitum hjá Bach.

Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, er hugnaløta í Roykstovuni.

Avmarkað pláss er í kirkjuni. Konsertin er ókeypis.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder